Directory · FO
Facilities Services in Faroe Islands
A register of firms and the professionals working at them in the Facilities Services sector based in Faroe Islands. Browse the public index, then filter or export on Kipplo.
Companies
2 on file
P F Pm Pluss
PM Pluss veitir reingerðar- og ráðgevingartænastu á hægsta stigi. Vitan og førleiki gera, at stovnar, skrivstovur, handlar og framleiðslufyritøkur trygt kunnu velja PM Pluss til heildarveitara innan reingerð. Hjá PM Pluss arbeiða umleið 130 fólk, sum dagliga stremba eftir at veita eina dygdargóða tænastu til okkara kundar. Amboð og reingerðarevnir eru úr burðardyggum tilfari - bæði fyri starvsfólk og umhvørvið. Virksemið fevnir nú eisini um útleigan av útgerð til veitslur undir heitinum veitsla.fo.
51 to 200 staff
Løkjakontór
Løkjakontór liggur – sum navnið vísur til – har løkjurnar á Argjum renna út í Sandá, fyri síðani at streyma út í opna havið. Við útsýni niðan í Havnadal, oman ímóti Sandagerð og út til Nólsoynna, ber til at síggja fyri sær, hvar ein væl vaksandi fyritøka kemur at gera mun í morgin. Hugskotið handan Løkjakontór er at skapa ein skrivstovu felagsskap, har íverksetarar og meira etableraðar fyritøkur kunna húsast og gagnnýta styrkirnar hjá hvørjum øðrum. Ynski er at skapa eitt umhvørvi og huglag, ið kann stimbra synergi-effektum og einum lívligum umhvørvi. Ein skrivstovu felagsskapur har fyritøkur kunna læra og styrkja hvørja aðra. Vit trúgva uppá eina sterka føroyska vinnu, har fólk trívast, gera mun og skapa úrslit í felag. Hølini eru nýrenovera og gjørd til endamálið sum skrivistovuhølir. Til ein fastan sømiligan kostnað vil Løkjakontór bjóða smáum fyritøkum høvi at leiga sær skrivstovur við øllum vanligum hentleikum ið ein fyritøka hevur tørv á, s.s. skrivstovu, felagsfundarhølið, móttøku øki, wc, køk, internet o.a. EGIN SKRIVSTOVA - Løkjakontór hevur 6 skrivstovur frá 9-14 m2. Leiga tína/tykkara egna skrivstovu við møguleika fyri 2-3 skrivborðum. OPEN SPACE - Um tú ert ein persónur í fyritøkuni, og einki hevur í móti at sita í einum opnum umhvørvi, er Open Space loysnin fyri teg. ON-THE-FLY - Ert tú á arbeiðsferð, arbeiðir við einari minni verkætlan ella skrivar høvuðsuppgáva er On-the-Fly loysnin fyri teg. G.G. LES MEIRA UM TÆR YMISKU LOYSNIRNAR TIL HØGRU
1 to 10 staff